MÓTMÆLA SKILALEYSUM SPARINGUM.
Undirritaðu fakfeløg mótmæla harliga, at fráboðaðu sparingarnar á røktarheimum kring landið verða settar í verk leygardagin 1. juni 2013.
Vit vilja sláa fast, at sparingarnar í røktini eru skilaleysar. Tað er ábyrgdarleyst at minka starvsfólkatalið í búeindunum uttan mun til, hvørjar vaktir talan er um. Starvsfólk hava gjørt vart við, at tey óttast avleiðingarnar, ið kunnu standast av hesum. Tað er óvirðiligt fyri búfólkini, og fer uttan iva at seta starvsfólk í ørkymlaðar tvístøður, har tey ma. ikki kunnu hjálpa einum fólki, ið tørvar teirra hjálp. Hetta gongur ímóti øllum etiskum leiðreglum innan fakini.
Ein partur av sparingunum er eisini, at terapeutar verða antin fluttir ella spardir burtur. Hetta er vanlukkuligt og rakar bæði bú- og røktarstarvsfólk sera meint. Á einum røktarheimi við ongum terapeutum verður lítil og eingin venjing á staðnum, eins og at innihaldið í gerandisdegnum gerst fátækari. Avleiðingin av at spara terapeuttímar fer somuleiðis at økja um røktartyngdina.
Fráboðaðu sparingarnar eru eisini í fullkomnari andsøgn við tær ætlaninar, sum hava verið politiskt, har arbeiðast skal við rehabilitering, so fólk kunnu gerast meira sjálvstøðug og hava eitt meira innihaldsríkt lív, og harvið hava minni tørv á hjálp og stuðuli.
At enda vilja vit vísa á, at sparingarnar gera, at tað als ikki ber til at liva upp til visjónirnar í eldrapolitikkinum hjá landinum, sum m.a. staðfestir - at borgarar, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa eina dygdargóða tænastu sum tekur atlit til sjálvsavgerðarrættin og - at politikkurin skal stimbra uppundir at eldru borgararnir í Føroyum framhaldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív við virksemi, trivnaði og lívsgóðsku.
Heilsurøktarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag
Føroya Heilsuhjálparafelag Føroya