Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
10. mai 2013

MÓTMÆLISTILTAK Í ALMANNAMÁLARÁÐNUM.

Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.

Mótmælistiltak og undirskriftahandan var í Almannamálaráðnum mikudagin 8. mai 2013 kl. 11.00. Starvsfólk á eldraøkinum, avvarðandi, pensjónistar og onnur mótmæltu ætlaðu sparingunum á eldraøkinum.

Starvsfólk á Eysturoyar røktar- og ellisheimi høvdu tikið stig til tiltakið. Í sambandi við ætlaðu sparingarnar har, høvdu tey skrivað eitt mótmælisskriv, ið gjølla greiðir frá avleiðingunum fyri búfólk, starvsfólk og gerandisdagin, um sparingarnar verða settar í verk. Hetta skrivið bleiv lisið upp og handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum.